Aha hann er heimildarmaður !

 
Eivør enn nummar eitt
19. sep 2007, 22:04


Eivør enn nummar eitt
Mynd: Eivør og heimmildarmaður okkara í Íslandi, Jens Guð

Eivør er enn nummar eitt í íslendska sølulistanum
Hesa vikuna er Eivør Pálsdóttir aftur nummer eitt á sølulistanum í Íslandi. Hetta er onnur vikan, at fløgan Mannabarn er nummer eitt.
Heimmildarmaður okkara í Íslandi, Jens Guð, metir hetta vera at undrast á. Ikki tí, eins og íslendingar flestir, so hámetir hann sangfuglin Eivør, men meira er tað marknaðarføringin, ella vantandi marknaðarføringin, ið undrar. Og tað, at Eivør liggur á fyrsta plássi, hóast lítla og onga marknaðarføring.
Tað er, sum er tørvur ikki á at gera stórvegis við marknaðarføring, heldur Jens Guð.
Aðrar fløgur, ið liggja væl fyri á listanum, verða førdar fram við lýsingarherferðum, t.d. Magni, ið vann sangkapping í USA og nú er væl umtóktur í heimlandinum Íslandi.
Jens er eisini fegin um væl eydnaðu framførslurnar hjá føroysku tónleikarunum, tá føroyska sendistovan í Reykjavík lat upp í vikuni.



« Síðasta færsla | Næsta færsla »

Athugasemdir

1 Smámynd: Guðný GG

810 er það ikki Hveragerði

Guðný GG, 22.9.2007 kl. 00:02

2 Smámynd: Hulda Bergrós Stefánsdóttir

Hulda Bergrós Stefánsdóttir, 22.9.2007 kl. 09:05

Bæta við athugasemd

Ekki er lengur hægt að skrifa athugasemdir við færsluna, þar sem tímamörk á athugasemdir eru liðin.

Innskráning

Ath. Vinsamlegast kveikið á Javascript til að hefja innskráningu.

Hafðu samband