Svona lýsa þeir Huldufólki í Færeyjum

Huldufólk.

Tey er stór av vøksti, klæðini eru øll grá, hárið svart, bústaður teirra er í heygum. Tey kallast eisini "álvar", ein "álvheyggur" er í Norðstreymoy sunnan fyri Vík (Haldorsvík). Tey liva sum onnur fólk, rógva út, hava seyð og neyt, sum ganga ímillum onnur neyt í haganum.
   Huldufólkini kunnu gera seg sjálv og tað, ið tey eiga, ósjónligt fyri menniskjum, og tí sigist ofta um nakað, ið onkur sóknast eftir, at "hulda hevir fjalt tað."
   Tey vilja fegin fáa smábørn, sum ódoypt eru, úr vøgguni og leggja síni aftur í hana, men hesi verða tá býtlingar millum manna. Ofta hvørva smá børn, sum úti ganga einsumøll, og tá er tað huldufólk, sum eru farin við teimum - tey finnast stundum aftur langar vegir burtur frá bygdum og hava tá sagt frá, at stórur maður hevur borið teimum mat, meðan tey hava verið burtur.

Huldugenturnar fáa ofta hug at kristnum dreingjum og royna tí at froysta teir og draga teir til sín. Ganga teir burtur í haga og eru tystir og móðir, opnast heyggjurin, og genta kemur út at bjóða teimum drekka, øl ella mjólk. Blása teir tá ikki froðuna oman av, drekka teir sær óminni, tí í henni liggur gandurin, og har við tøla tær teir, fáa vald yvir teimum og hava teir við sær inn í álvheyggin.


« Síðasta færsla | Næsta færsla »

Bæta við athugasemd

Ekki er lengur hægt að skrifa athugasemdir við færsluna, þar sem tímamörk á athugasemdir eru liðin.

Innskráning

Ath. Vinsamlegast kveikið á Javascript til að hefja innskráningu.

Hafðu samband