Hverafuglar í Fríðrikskirkjuni
15.6.2007 | 11:15
Hvergerðingar eru á ferð og flugi þessa dagana
Íslendska kórið, Hverafuglar, sum er mannað av pensionistum, verður at hoyra í Fríðrikskirkjuni týskvøldið saman við kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni
Íslendski býurin, Hveragerði, er vinarbýur hjá Nes kommunu, og fyri einum ári síðani var Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni á konsertferð í Hveragerði.
Nú er eitt kór úr Hveragerði so komi á vitjan á Toftum. Kórið, sum kallast Hverafuglar, er mannað við pensionistum í Íslandi, og tað fer at hava konsert í Fríðrikskirkjuni týskvøldið.
Konsertin byrjar kl. 20, og luttakarar verða Hverafuglar og Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni á Toftum. Ferðaleiðarin hjá íslendkska kórinum, David Samuelsson, sum er hálvur føroyingur, fer eisini at luttaka við solosangi.
Hverafuglar fara at syngja lættar íslendskar vársangir, meðan Kirkjukórið fer at syngja løg eftir Hans Jacob Højgaard.
Flokkur: Vinir og fjölskylda | Facebook
Bæta við athugasemd [Innskráning]
Ekki er lengur hægt að skrifa athugasemdir við færsluna, þar sem tímamörk á athugasemdir eru liðin.