Spell at sólin kom upp

Norðan fyri bygdina á Eiði, ytst á flógvanum, sum er millum Eysturoy og Streymoy, standa framman fyri landi tveir stórir drangar, sum rópast Risin og Kellingin, hin ytri og hon innari landinum, og har er rætt sund ímillum teirra, tá ið kyrt er.

Um hesar drangarnar er søgnin, at einusinni ætlaði Ísland at flyta Føroyar norður til sín og sendi tí ein stóran risa og konu hansara at fáa tær fluttar har norður.

Tey komu bæði at tí ytsta berginum, sum rópast Eiðiskollur og longst móti útnyrðingi. Risin varð standandi úti í sjónum, meðan kellingin fór upp á kollin at fatla byrðuna. Hann skuldi bera, og skúgva hana fram á hann. Fyrsta tak hon tók, var so fast, at Ytri Kollur skrædnaði frá; hon royndi tí at fáa fetilin fastan í einum øðrum stað á kollinum, men ikki vildi bera í lag hjá teimum; - grundvøllurin var fastur, og oyggjarnar ikki lættar at flyta. So er sagt, at enn stóð kelling uppi á kolli, tá ið dimmi tók at lætta; - tey ræddust dagin, og hon fór tí sum skjótast oman til risan, sum stóð í sjónum og bíðaði eftir henni; men ov leingi høvdu tey drálað, tí í sama bili, tey funnust undir kollinum og skuldu vaða leið sína norður til Íslands, risin undan og kellingin aftaná, tá reis sól úr havi, og tey gjørdust bæði til steinar, og standa nú og líta ímóti Íslandi, men sleppa ongan veg.

Aðrir siga, at tey vóru send at fáa korn úr Føroyum, av tí at kornneyð var heima í Íslandi; tað sæst, at kellingin hevur sum knýti ella posa á baki.

Mynd:Faroe stamp 287 risin og kellingin.jpg Ástæðan fyrir þessari færslu er að þoka er í Færeyjum því komumst við ekki í kvöld það hefði því verið mjög heppilegt að Risanum og kellingunni hans hefði tekist að draga Færeyjarnar til okkar Tounge


« Síðasta færsla | Næsta færsla »

Athugasemdir

1 Smámynd: Ásthildur Cesil Þórðardóttir

Já ég hef einmitt skoðað þessa skemmtilegu dranga.  Það hefði náttúrulega verið miklu betra að hafa þá nær okkur þessar elskur.

Ásthildur Cesil Þórðardóttir, 29.7.2008 kl. 10:38

2 Smámynd: Soffía Valdimarsdóttir

Iss piss það verður bara meira gaman hjá okkur fyrir vikið..........

Soffía Valdimarsdóttir, 29.7.2008 kl. 13:41

3 identicon

Ohh.. ég vona að þið komist í kvöld. Þið ættuð allavega að komast, hér er sól og blíða og megahiti.. bara geggjað veður sko.

Góða ferð.  

Guðrún B. (IP-tala skráð) 29.7.2008 kl. 19:24

Bæta við athugasemd

Ekki er lengur hægt að skrifa athugasemdir við færsluna, þar sem tímamörk á athugasemdir eru liðin.

Innskráning

Ath. Vinsamlegast kveikið á Javascript til að hefja innskráningu.

Hafðu samband