Pólitíkusar eru allstaðar eins

Prestur hevði verið 25 ár í sóknini og skuldi nú pensionerast og fara frá. Í tí sambandi skipaðu sóknarbørn hansara fyri einum døgurða og lítlum hátíðarhaldi, har prestur skuldi fá eina minnisgávu fyri trúgva tænastu.Ein kommunupolitikari, sum var limur í kirkjuráðnum, varð kosin at handa gávuna og halda eina takkarrøðu vegna kirkjuliðið. Tá tey høvdu fingið sær, og eingin maður var komin, tí hann varð seinkaður, gjørdi prestur av at siga nøkur orð, meðan tey bíðaðu: "Eg fekk mína fyrstu hugmynd av kirkjuliðnum her, tá fyrsti maður kom at skrifta. Tá helt eg meg vera komnan til eitt ræðuligt stað, tí tann fyrsti, sum kom til mín at skrifta, játtaði fyri mær, at hann hevði stolið eitt sjónvarp, og tá løgreglan avhoyrdi hann, kláraði hann at lúgva seg burtúrúr tí. Hann hevði eisini stolið pening frá foreldrunum, framt fíggjarligan undandrátt móti arbeiðsgevara sínum, havt kynsligt samband við konuna hjá besta vinmanninum - og tikið stoffir. Eg varð skakaður at sálini! Men sum tíðin leið, so kom eg at uppliva, at sóknarbørn míni vóru ikki øll sum hann, og fyri at siga sum er, so kom eg, sum dagarnir liðu, at sanna, at eg var komin til eitt prestagjald, sum var fult av góðum, elskandi fólki!" Júst sum prestur endaði taluna, kom politikarin smárennandi, tivandi sum ein vargur og umbar seg so miriliga fyri at koma ov seint. Hann byrjaði beinanvegin at tala - ein sjúka politikkarar hava - og helt fyri: "Eg gloymi ongantíð fyrsta dagin, okkara góði prestur var komin. Fyri at siga sum er, so hevði eg tann heiður, at verða fyrsti maður, sum skriftaði fyri honum." Moralur: Ver ongantíð, ONGANTÍÐ NAKRANTÍÐ ov seinur! 

« Síðasta færsla | Næsta færsla »

Athugasemdir

1 Smámynd: Soffía Valdimarsdóttir

Þetta er fín lexía!

Soffía Valdimarsdóttir, 16.4.2009 kl. 20:39

2 Smámynd: JEG

Innlitskvitt og kveðja

JEG, 19.4.2009 kl. 18:09

Bæta við athugasemd

Ekki er lengur hægt að skrifa athugasemdir við færsluna, þar sem tímamörk á athugasemdir eru liðin.

Innskráning

Ath. Vinsamlegast kveikið á Javascript til að hefja innskráningu.

Hafðu samband